Væl gekst at finna søguna um kappróðrarsteypið frá 1921. Men nú hevur lesari gjørt okkum kunnugt, at hann eigur hetta krússið, við askriftini “Thorshavn” og “FVIII (Fríðrikur 8.)”. Sum skilst, so var ein kongavitjan í 1907 og Fríðrikur var tá eisini á vitjan í Klaksvík. – Um onkur lesari veit meiri at siga, hevði tað verið hent.






