Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eitt brúgvalag við regni og vátaslettingi…

Hanus Kjølbro

…fer framvið Føroyum í dag… . So segði Solby í tíðindasendingi í útvarpinum í morgun.
Hvat er so eitt brúgvalag? Havi fingið spurningin ofta.

Brúgvalag eitur ein frontur á fakmáli, og tað er har sum heit og køld luft trýsta á hvørja aðra. Har sum heit og kalt møtast, er skýggjað, og tað kann eisini vera avfall – regn, vátakavi ella kavi. Tað velst um hitan.

Hitin í luftini yvir Føroyum í morgun var um 4 stig. Samstundis var hitini í luftini sunnan fyri Ísland 6-7 stig, og hon hon trýsti luftina yvir Føroyum eystureftir. Har sum hesar luftnøgdir møttust – t.e. í brúgvalagnum, var skýggjað, og í løtum fyrrapartin í dag regnaði.

Eftir at brúgvalagið er farið framvið, er turrari og klárari. Okkurt ælið, ið tó ikki hevur nakað við brúgvalagið at gera.