Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eitt gott stig í Moldova

Jákup Ósá

Føroyar fingu eitt stig og eitt mál í Moldova í kvøld.

Ein vánaligur vøllur gjørdi umstøðurnar til fótbóltsspæl vánaligar. Talan bleiv um ein dyst, har spælið sjáldan hekk saman og har fá væl spæld álop vóru. Moldova kom á odda eftir eitt verjumistak av Sonna Ragnar Nattestad, tá hesin misti bóltin. Men burtursæð frá hesum, so var tað sjáldan at Moldova var vandamikið við einum undantaki í seinna hálvleiki. Føroyar arbeiddu seg inní dystin, og tað var uppiborið, tá Meinhard E. Olsen javnaði móti endanum av dystinum. Undan hesum hevði Jóan Símun Edmundsson havt ein stóran møguleika eftir gott uppspæl frá Sølva Vatnhamar.

1-1 er eitt fínt úrslit í Moldova, tí á pappírinum er eingin ivi um, at leikararnir hjá Moldova til dagligt spæla á einum hægri stigi. Nú koma uppgávur á útivølli móti Eysturríki og Skotlandi og har hava Føroyar alt at vinna, tí tað er ikki serliga realistiskt at vænta føroysk stig í hesum dystum.

 

Hjá KÍ kom tað illa við, at Odmar Færø mátti skaddur av vøllinum í fyrra hálvleiki. Hann hevur havt trupulleikar í rygginum síðstu tíðina, men ógreitt er, um tað var hetta sum gjørdi, at hann mátti av vøllinum.