Slavin luft rekur til Føroyar sunnaneftir í dag. Eitt regnumráði er sunnan fyri Føroyar, og so er tað spurningurin, um tað røkkur allan vegin til okkara.
Slavin luft úr miðjum Atlantshavi – tað er tað, sum áskoðararni fara at merkja í dag, meðan dystur er ímillum KÍ og Víking.
Vindferðin fer at liggja ímillum 5 og 10 m/s inn eftir Borðoyvík. So tað verður eitt sindur av síðuvindi.
Eitt brúgvalag við regni er sunnan fyri Føroyar, og tað røkkur akkurát og akkurát ikki til okkara, meðan dysturin er.
Vit siga, at tað fer at vera skýggjað og eitt sindur vátt at standa við vøllin í dag. So verið ílatin eftir umstøðunum.
Hitin fer at liggja um 8 stig.
Góðan dyst
Koyr á KÍ!!



