Luftin, sum kemur til Føroya í dag, stavar frá Norsjónum. Hon er á veg til Norðureysturgrønlands. Vindferðin er lítil – 5 til 10 m/s. Í kvøld minkar niður um 5 m/s.
Tað verður neyvan bláur himmal kring alt landið í dag. Ein hitabrúgv er vestan fyri Føroyar, og tey tilhoyrandi skýggini síggja út til at røkka til okkara, so at tað fer at vera skýggja, men eisini sólglottar í støðum.
Tað fer at vera turt í dag, og hitin fer at liggja um 9-10 stig.




