Vindurin er minkaður aftur. Lágtrýstið er farið langt norður í hav. Tað fer seinni at halda leiðina tvørtur um Norðurnorra og Norðursvøríki, og so víðari tvørtur um Finnland og inn yvir Russland. Tað grynnist spakuliga og doyr burtur um nakrar dagar.
Veðurkortini er vorðin eitt sindur meiri dramatisk á at líta nú í mun til kortini, ið hava verið í vár og í summar. Summarið er farið. Onkur góður dagur kann enn stinga seg upp, sjálvandi.
Nú lágtrýstið fór sín veg, fer ein hátrýstryggur at leggja seg yvir okkara leiðir. Men tað verður bert stutt, hann liggur her og gevur okkum gott veður. Eftir øllum at døma bert í morgin, mikudagin. Tá ið verður lítil vindur – minkandi niður ímóti 5 m/s á middegi úr útsynningi. Seinnapartin fer ættin niður í móti suðuri, og út á kvøldið verður ættin landsynningur. Sama vindferð seinnapartin í morgin og annaðkvøld. Tað verður turt veður í morgin, skýggjað og sólglottar; hitin fer at liggja um 10 stig.
Hósnáttina byrjar eitt lágtrýst vestaneftir at trýsta á hátrýstryggin og at flyta hann eystureftir, burtur frá Føroyum. Tí byrjar vindurin aftur at veksa hósnáttina, og tað verður vátari. Um 8-tíðina hósmorgunin
Er vindferðin komin upp í 10 til 15 m/s, og tað regnar helst heilt fitt. Út á fyrrapartin hósdagin slítur í, og ættin fer at nærkast suðuri; út á kvøldið fer ættin vestur um sunnan yvir í útsynning. Hitin hósdagin fer at liggja um 10 stig.
Tað sær í løtuni út sum um lágtrýstið fer at leggja seg yvir Ísland og Føroyar í nakrar dagar. Men tann metingin er enn ikki viss, tí verður ikki farið longur fram ímóti vikuskiftinum á hesum sinni, men…..skuldi so blivið J, fer ættin at vera útsynningur fríggjadagin og leygardagin eisini. Sunnudagin møguliga sunnan. Vindferðin hesar tríggjar dagarnar fer at liggja um 10 til 15 m/s. Onkra løtu eitt sindur meir.
Meiri um tað seinni.




