Tað fyrsta av trimum lágtrýstum ávirkar veðrið í kvøld.
Vindurin fór at veksa í morgun, og vindferðin hevur líka síðan tá verið støðug.
Lágtrýstið, sum dregur alla hesa luftina til sín, er statt við vestara part av Íslandi, 4-500 fjórðingar burtur frá Føroyum. Trýstið í miðjuni er 967hPa, men tað er farið at grynnast, og nakrar tímar eftir midnátt fer tað ikki at ávirka veðrið í Føroyum meir.
Vindferðin fer at minka í nátt og morginári. Um 9-tíðina er vindferðin komin niður ímóti 5 m/s.
Vt sleppa ikki so, tí so kemur næsta lágtrýstið hetta vikuskiftið. Hetta lágtrýstið kemur beint á okkum sunnanífrá. Áðrenn døgurða fer vindurin aftur at veksa úr landsynningi ella landsynningi-eystri, og tað fer at regna.
Á middegi er vindferðin komin upp í 10 til 15 m/s av eystri, og meiri regn. Mesti vindur verður um 15 tíðina, 15 til 20 m/s. Ættin er tá høg eysturætt.
So fer vindurin at minka, meðan ættin snarar niður ímóti suðuri, og so við og við minkar regnið eisini. Klokkan 18 eru 8 til 13 m/s og ælaveður.
Annaðkvøld er veðrið fínt, lítil vindur úr suðuri og turt.
Men beint eftir midnátt veksur aftur. Tá støkkur ættin upp í vestan, og tað fer aftur at regna. Soleiðis sum viðurskiftini eru í kvøld, kann væntast at hetta verður um 1-tíðina sunnunátt.
Tá ið lágtrýst koma so nær, skal bert lítið til, at veðrið ikki verður sum spátt. Eg lati tí detaljur um klokku og vindferð sunnudagin bíða til í morgin.




