Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eitt sindur av vindi í annaðkvøld

Hanus Kjølbro

Tað sær út til at fara at líkjast eitt sindur veðrinum týskvøldið, tá ið nógvur vindur var í eina løtu.

Meteorologiska søgan er hon, at eitt lágtrýst fer fram við beint norðanfyri. Tað er eitt sindur djúpt, væntandi 976hPa á midnátt, tá ið tað er næst okkum.

Tað er bert í einum lítlum øki beint sunnan fyri miðjuna, at nógvur vindur er. Í løtuni (klokkan 1630) sær út, at tað er um midnáttarleitið, at mesti vindurin er – um 20-25 m/s av útsynningi saman við regn- ella kavaælingi.

Lágtrýstið kemur ógvuliga nær. Tí kann forsøgnin enn broytast.

Vit fylgja við.

 

 

 

 

 

Harleywoodpaint