Tað fer at verða eitt sindur meiri vindur í dag, enn tað er í morgun. Lágtrýstið, sum dregur alla hesa luftina til sín, er statt einar 2-300 fjórðingar norðan fyri Føroyar. Tað flytur seg spakuliga eystureftir.
Ættin í morgun er høg vesturætt – miðalvindurin fyri alt landið er 10 til 15 m/s. Eitt sindur út á seinnapartin fer vindurin at veksa upp í 15 til 20 m/s og so 18 til 23 m/s. Sama ætt. Seint í kvøld minkar eitt vindurin eitt vet, samstundis sum ættin fer upp í norðan.
Avfall allan dag – regn ella vátakavi – skiftandi regn og ælaveður.
Á middegi í morgin veksur vindurin aftur upp um 20 m/s.




