Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt sindur um Britons Pride

Óli Olsen

Í 1914 keypti Guttorm Olsen, skipari úr Árnafirði, Britons Pride, 66 tons, úr Noregi. Hon var smíðað í 1898 í Brixham í Suðuronglandi. Í 1919 keypti Kjølbro skipið frá honum.

 

Í bókini “Havið og vit I” sigur J. Símun Hansen eitt nú soleiðis um lítlu sluppina:

“Hon var tiltikin siglari og so løtt at manurera, at hon ofta sigldi at teim innastu brúgvunum á Vánni. Í 1928 fekk Pride motor og var eftir hetta mest nýtt til línufiskiskap, men í 1935 gavst hon at reka fiskiskap og verður í staðin nýtt til post- og farmasigling. Síðan ta tíð er hon fleiri ferðir umbygd, serliga í 1943, og fingið hálvdekk, stýrihús og seinast hvalabak og bátadekk.”

Umframt farleiðina millum Klaksvík og Tórshavn fór Britons Pride so við og við at taka tær norðaru bygdirnar á eystaru síðu á Eysturoynni upp í rutuna. Tá ið so nýggja Pride í 1961 tók um endan, var gamla mest farmafar. Í 1966 seldi pf. J.F. Kjølbro pf. Hugo Gardar í Klaksvík Britons Pride. Í januar 1967 sigldi hon á land vestaru megin Klakk og varð vrak.