Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt skilagott uppskot

John William Joensen

Anfinn Kallsberg er komin við einum skilagóðum uppskoti um, hvussu borgarar, kring um í landinum vera eins fyri, tá tað snýr seg um at brúka almennar vegir og tunnlar.

Tað hevur leingi verið fólki greitt, at skipanin við bummpengum, sum gjørt verður ídag í Vágatunnlinum, og sum ætlanir eisini eru um at gera í Norðoyatunnlinum, ikki er nøktandi í longdini.
Vit hava fyrr her gjørt vart við tað órættvísa í, at tú kanst koyra úr Havnini ígjøgnum tunnlar og eftir brúnni um Streymin uttan at gjalda nakað bummgjald, men skalt tú til Vágarnar ella til Norðuroyggjar, so skal gjaldast.
Eitt er ferðslan til og úr Havnini, men uppaftur størri verður mismunurin tá talan er um ferðslu úr Norðoyggjum og til Vágarnar og umvent. Tá skal ein um tvey bummgjøld á ferðini og hetta hevur við sær at hevur tú ikki avsláttarskipan við tunnlarnar, so skalt tú gjalda á leið 340 krónur afturat ferðaseðlinum við flúgvaranum, um tú ætlar tær á flog, um tú býrt í Norðoyggjum.
Hugskotið hjá Anfinni er tí sera kærkomið, og tá serstakliga tí at uppleggið eisini tekur strandfaraskipini uppí.
Sum væntað, so eru politikarar í miðstaðarøkinum ímóti og tað er sjálvandi av egoistiskum orsøkum, tí tá alt kemur til alt, hava teir neyvan brúk fyri ferðasambandinum eftir sjógvi ella á landi, í hvussu so er í lítlan mun útyvir egnu stuttleikatúrar á bygd.
Hinvegin áttu teir eisini at sæð álvarin í at føroyska samfelagði so vítt gjørligt roynir at arbeiða ímóti ov nógvari miðsavnan í høvuðsstaðnum. Vit eru øll greið yvir at møguleikarnir eru margfaldir og nógva ferðir størri hjá teimum, sum velja at seta seg niður í høvuðsstaðnum. Hinvegin hevur tað heilt víst eisini vansar við sær at miðsavnanin verður ov stór og tí áttu høvuðsstaðarpolitikarar eisini at stuðla undir eini samhaldsfastari ætlan um okkara almenna samferðslukervi, bæði tá talan er um vegir, brýr og tunnlar og sogar eisini ferðslu um sund. Tað er ov vánalig grundgeving bert at føra fram, at vit eru "von við at gjalda fyri ferjur".
Veruleikin er tann, at ferjugjøldini steðga eitt nú ferðavinnuni. Tað er bert at hyggja eftir ferðafólkastreyminum til Gjáar og Saksunar, og sammeta hann við ferðafólkastreymin til Viðareiðis og  Vágarnar. Tað eru ikki bert útlendingar, sum komnir eru við Norrønu, sum lata vera við at fara ígjøgnum Vágatunnilin ella til Suðuroyar, tí tað kostar pengar, men hetta er so sanniliga eisini galdandi fyri føroyingin, ið ferðast í egnum landi.
Fyri vinnuna, sum liggur aftanfyri eina ferju ella eitt bummgjald er tað eisini kappingaravlagandi, tí stórur partur av vinnuni fær jú ikki ferðaseðlar og bummgjøld endurgoldin og skal eitt bakarí í Norðoyggjum kappast við eitt úr Havn um viðskiftafólk í Sundalagnum, so er bummgjaldið ein kleppur.
Nú er júst rætta løtan at hugsa um samhaldsfast gjald av báðum almennu tunnlunum og at fara undir tunnilin í Sandoynna sum skjótast.