Á fundinum í Spaniastovu mikukvøldið kl. 19:00 um okkara grønu framtíð og heimsmálini hjá ST, verður millum annað verkætlanin Urban Gardening løgd fram.
Urban Gardening er eitt áhugavert samstarv millum lesandi á Fróðskaparsetrinum og Mikkeller, sum gongur út uppá at fólk privat kunnu dyrka nógv av tí grønmeti, sum í dag verður flutt í millum lond.
Tað var eitt ynski frá Mikkeller um at endurnýta teirra øl kaggar, sum eru úr plasti, sum førdi til samstarvið. Tað er sjálvandi tann ógvusliga plast dálkingin, sum er orsøk til at Mikkeller veruliga ynskir at gera nakað við teirra plast burturkast.
Øll eru vælkomin út í Spaniastovu mikukvøldi kl. 19 at hoyra nærri um hesa spennandi verkætlan. Kvøldið verður sett av Anniku S. Biskopstø, sum er útbúgvin í sálarfrøði og mentan, og Gunnhild Dahl, sum er útbugvin humanøkologur.
Eftir tað fer Magni Arge, fólkatingsumboð, at greiða frá teimum 17 heimsmálunum, sum ST hevur samtykt, huldukvinnan Urðun fer at framføra yrkingina ‘Seinasta árstíðin’ eftir Marjuna Kjelnes, Jógvan Andrias fer at framføra sín egna sang ‘Vit hittast á longsta degi’, og Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum fer at greiða frá eini slóðbrótandi grønari verkætlan í Klaksvíkar kommunu.
Seinast á skránni er sum vant netverkskafé á skránni, har høvi verður hjá fólki at hittast og tosa saman. Millum annað fara tey í Urban Gardening at ráðgeva fólkum, sum hava hug at royna seg í hesum kynstri.
Fólk kunnu ókeypis ogna sær ein Mikkeller kagga mikukvøldið.




