Húsarhaldsskúli Føroya – ein góður mentanarligur førningur
Áhugin fyri Húsarhaldsskúla Føroya er ógvuliga stórur. Pláss er fyri 21 næmingum á heystskeiðnum. Skeiðið er altið fullteknað og bíðilistin langur.
Vit hava longu nú móttikið fleiri umsóknir til komandi skeið, sum byrjar í august.
Treytin fyri upptøku er, at næmingurin hevur lokið 9.-floks-prógv ella hevur tilsvarandi aldur.
Aldurin á næmingunum er ímillum 15-18 ár. Umleið helmingurin kemur úr 9. flokki. Næmingar koma úr øllum landinum og eisini úr útlondum.
Húsarhaldsskúli Føroya er ein modernaður og kreativur skúli
Ein innbjóðandi skúli við nógvum hugnaligum krókum og spennandi rúmum. Eitt heimligt stað, sum osar av kreativiteti. Ein skúli, har tú sum næmingur sleppur at mennast, búnast og at útfalda tíni skapandi evni, bæði tá tað snýr seg um mat og handverk. Her verður hugsað grønt, burðardygt, kreativt og heilsugott. Sum næmingur lærir tú eina rúgvu um mat, um føroyska matmentan, um okkara tilfeingi, um kropp, heilsu og rørslu og um alskyns handarbeiði, so sum at gera tíni egnu føroysku klæði, at seyma, binda, um glaslist o.a. Vit ferðast í egnum landi og skipa fyri hugnakvøldum og mentanartiltøkum.
Flyta í nýggja skúlan
Næmingarnir komandi skúlaár verða teir fyrstu, sum flyta inn í nýggja skúlan á Biskupsstøð, sum verður klárur at taka í nýtslu einaferð í heyst. – »Hetta verður fantastiskt og ótrúliga spennandi bæði fyri næmingar og starvsfólk, og tað fer at lata upp fyri nógv fleiri møguleikum«, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti.
Mentanarberi
Húsarhaldsskúli Føroya byggir á eina áhugaverda søgu og kann hátiðarhalda 50-føðingardag í oktober. Skúlin er avgjørt ein týðandi mentanarberi í dagsins samfelagi. Skúlin vil altíð vera karmur um eina modernaða ungdómsmentan, sum tekur støði í núinum, raðfestir hjartarúm og dygd og tekur trivnað, menning og lívsgóðsku í hægsta álvara. Ein modernaður og kreativur skúli, har tað gamla møtir tí nýggja.
Skeiðsdepil – fjølbroytt skrá fyri børn og vaksin
Frá mars til juni virkar skúlin sum skeiðsdepil. Á heimasíðuni hava vit lýst við hópin av sera áhugaverdum og viðkomandi skeiðum. Alt um føroysk klæði, vest, buksur, skjúrt, brodering og føroysk bond. Harumframt reinførisskeið, kokkaskúli fyri børn, taraskeið og 3 summarskeið
Lívsstílsskeið – Vanabroyting byrjar 12. mars, og tilmeldingin er byrjað. Á skeiðnum fært tú eina rúgvu av amboðum við støði í tínum gerandisdegi. – “Onki forboð, men alt er lov, og smáar broytingar í gerandisdegnum kunnu gera serstakliga stóran mun”, sigur Jóhanna. Skeiðskuttakarnir møta 8 ferðir à 1½ tíma, og til hvørja undirvísing verður arbeitt við einum ávísum evni.
Matfrø(ð)i er eitt spennandi verkætlanarsamstarv millum Húsarhaldsskúlan og Matkovan. – »Stórur tørvur er á átøkum, ið tala staðbundnu rávørurnar upp og økja um tilvitanina um, hvussu hesar skulu handfarast, t.v.s. at menna fakligu vitanina og handverkið innan ymsu rávørubólkarnar«, sigur Jóhanna.
Við verkætlanini Matfrø(ði) ynskja vit at fara undir verkstovurøð um burðardygd, kostfrøði, matmentan, handfaring av rávørum og matgerð fyri børn og vaksin, umframt førleikamennandi verkstovur fyri matframleiðarar og starvsfólk í stórkøkum.
Vit kunnu sostatt staðfesta, at 2024 verður eitt satt matár á Húsarhaldsskúla Føroya. Tvær fiskaverkstovur verða longu í mars. Nærri kunning fæst á heimasíðuni.
Tilmelding til komandi skúlaár og til styttru skeiðini er longu byrjað og meldast kann til á www.husarhaldsskulin.fo.
Tilmeldingarfreistin til heystskeiðið er 10. mars.
Umsøkjarin skal hava lokið 9.-floks-prógv fólkaskúlans ella hava samsvarandi aldur. Skúlaskeiðið er bæði fyri gentur og dreingir.






