Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eitt stuttligt og spennandi kvøld á Cafe C

Javnaðarflokkurin

Leygarkvøldið skipar Norðoya Javnaðarfelag fyri einum hugnaligum kvøldið. Til ber at luttaka við at koma í Bøgøtu og hugna tær saman við okkum, ella tú kann luttaka í fjarstøðu við at fylgja stroymingini heimanífrá. Eisini ber til at bíleggja grýturætt, ið verður koyrdur út í Klaksvík.

Skráin fyri kvøldið er henda :

 

Kl 20.00 Jónleif bjóðar vælkomin.

Nýggjur táttur verður framførdur.

Kl 20.05 Spurningar á skák, skemtiligir spurningar til valevnini.

20.30 Signar á Homrum syngur

20.40 Pub Quiz byrjar 10 spurningar.

20.45 Spurningar á skák heldur fram.

21.00 Aksel V Johannesen fær orðið

21.10 Pub quiz

21.15 Signar á Homrum syngur

21.20 Innsendir spurningar/ valevnini fáa orðið. Pub quiz millum hvørt valevni.

Kl 21.55 Vinnarin av Pub Quiz verður kunngjørdur

Kl 22.00 Stroymingin endar.

 

Spurningar til valevnini kunnu skrivast á facebook vangan hjá Norðoya Javnaðarfelag. Tilmelding og svar til Pub Quiz skulu sendast á tlf 221422.

 

Møguleiki er at bileggja sær grýturætt, útkoyrdur í Klaksvík (Bali blanding v/ kjúklingi og rís). Ring tlf 216734.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði  í nær- og  fjarstøðu