Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eitt takkarskriv fyri stuðul

T3B á Tekniska Skúla

Vit í T3B á Tekniska Skúla í Klaksvík vóru óheppin og mistu meginpartin av okkara peningi og møguleikan at fara á miðnámsferð, tá ferðaskrivstovan vit bíløgdu frá, fór á húsagang.

Sum eina roynd sendu vit umbøn um stuðul til fyritøkur og stovnar, og við framúr vælvild og hjálpsemi, eydnaðis tað at savna pening inn, so at vit kundu fara á ógloymandi miðnámsferð í Prag.

Vit vilja tí senda eina hjartans tøkk til tær fyritøkur og stovnar, sum hava veitt okkum stuðul í samband við okkara námsferð. Uttan tykkum hevði hetta ikki borið til!

Vit vilja takka hesum fyritøkum:

J. F. K., Klaksvíkar Sleipistøð, Palli hjá Mariannu, Ågot, Inn í Klaksvík, Elding, Grannskoðan, El–In, Kringvarp Føroya, Tekniski Skúli í Klaksvík, Borg, Magn, Formula, Vestmanna Kommuna, Atlantic Airways og e-CONSULT.

Vinarlig heilsan frá okkum í flokkinum T3B á Tekniska Skúla í Klaksvík.