Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eivør – Bridges útgávukonsertir

Tíðindaskriv

Komandi vikuskiftið tann 18. og 19. apríl hevur Eivør útgávukonsertir á Reinsaríinum í Havn og í Løkshøll í Runavík. Konsertirnar á Reinsaríinum verða leygardagin kl. 20 og 22, meðan konsertin í Løkshøll verður sunnudagin kl. 19.30.

Síðan Eivør gav út nýggjastu fløguna Bridges tann 27. februar í ár, hava konsertir í Íslandi, Týsklandi, Eysturríkið og Danmark staðið á skránni. Við 26 konsertum tær seinastu 5 vikurnar, verður tað ein væltrimmaður bólkur vit fáa á pall.

Á konsertferðini í Týsklandi var Marius við og hitaði upp, og tað fer hann eisini at gera til hesar konsertirnar. Umframt tað syngur hann eisini kór í nøkrum løgum hjá Eivør.

Tey ið verða á pallinum, eru Mikael Blak, Høgni Lisberg,Tróndur Bogason, Marius Ziska og so sjálvandi Eivør.