Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eldrasamkoma í Betesda fríggjadagin

Tíðindaskriv

So er aftur Eldrasamkoma í Betesda fríggjadagin kl. 15.

Hesaferð fara trúboðarahjúnini Judy og Óli á Grømma at greiða frá teirra viðurskiftum og arbeiði.

Tey hava verið trúboðarar í hálva øld og Óli er ein av leiðarunum í New Tribes Mission og ferðast nógv um í heiminum, vitjar og ráðgevur trúboðarum saman við konuni Judy.

Felagssangur verður og hugnaprát sum vanligt.

Eisini verður ein drekkamunnur.

 

Øll er vælkomin.