Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eli: Málverjin og stríðsandin vóru framúr

Jákup Ósá

Eli Hentze, U21 landsliðsvenjari, fegnaðist um javnleikin í Póllandi.

U21 liðið hjá Póllandi hevur bara mist stig í trimum dystum hesa undankappingina og har hava tveir av teimum dystunum verið móti Føroyum. Føroyar fingu fríggjadagin 1-1 javnleik í Póllandi. Eitt úrslit, sum stendur sum eitt tað besta í søguni á útivølli.

– Eg stórfegnast um eina stigið. Hóast ætlanin var at møta teimum longri frammi á vøllinum, so megnaðu vit tað bert í løtum. Føroysku arbeiðsavrikini vóru framúr. Málverjuspælið (Karsten Hansen, blaðm.) til UG. Helst var tað eitt heppið stig, men eg unni leikarunum so hjartaliga løn fyri stríðið, sigur Eli Hentze úr Póllandi við Norðlýsið.

 

 

KÍ hevði fimm leikarar í hópinum. Jákup B. Andreasen og Jóannes K. Danielsen spældu allan dystin, meðan Jóannes Bjartalíð spældi síðsta hálva tíman. Ólavur Niclassen og Steinbjørn Olsen sótu á bonkinum allan dystin.

 

 

Pólland liggur nummar 2 í bólkinum og kappast við Danmark um fyrsta plássið. Føroyar liggja nummar 5 av 6 liðum við 6 stigum. Men Føroyar hava fingið stig í 4 av 8 dystum.