Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eli Smith í Galerie Focus

Galerie Focus – www.galeriefocus.com

Fríggjadagin 15. februar kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Eli Smith upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn.

Fríggjadagin 15. februar kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Eli Smith upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn.

Føroyski listamaðurin Eli Smith (1955) hevur seinastu níggju árini roynt seg við gróti, ið hann hevur mjølvað við mortara og nýtt litevnini til máling. Í seinastuni er hann byrjaður at skera gróti í flísar og seta teir saman til Brotamynd, ið er føroyska orðið fyri mosaikk.

Hann er sera hugtikin av øllum tilfeinginum í Guds vøkru náttúru, og møguleikanum at skapa eina mynd úr gróti, sum í øldir hevur ligið fjalt og órørt, sum í hesum førum,teir dimmastu steinar í forgrundini er mjølvað kol úr Hvalba.

“Sum eg havi arbeitt við steinunum, klovið teir, eru aðrir loyndir vakurleikar komnir til sjóndar. Hetta er fantastiskt!” sigur Eli sjónliga bergtikin.

Framsýningin er opin til 28. februar:

týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu.

www.galeriefocus.com