KÍ hevur í vetur sett ein nýggjan kropsligan venjara. Talan er um Elisabet Vang úr Tórshavn, sum kemur við drúgvum royndum sum kropsligur venjari og eisini við royndum sum landsliðsleikari í fótbólti hjá kvinnum.
Í vetur setti KÍ 22 ára gomlu Elisabet Vang sum kropsligan venjara fyri kappingarárið 2021. Hon hevur starvast í KÍ síðani fyrstu felagsvenjingina, sum var 11. januar. Norðlýsið hevur hitt kropsliga venjaran, sum stórtrívist í Klaksvík.
Góð byrjan í KÍ
– Eg trívist ordiliga væl í KÍ. Mín fyrsta uppfatan av KÍ sum felag, fyrsta arbeiðsdagin, 11. januar, var at hetta er eitt ”heitt” felag. Eitt sindur sum ein stór familja, har fleiri ættarlið ganga aftur, og eg føldi beinanvegin, at her fór eg at trívast. Arbeiðsliga havi eg eisini trivist væl. Tað eru nógvar spennandi uppgávur, bæði við styrkisvenjing og øðrum, sum snýr seg um at fáa leikararnar í besta form. Felagið er væl skipað, við nógvum fólkum, sum leggja stóra orku í KÍ. Man følir eisini, at tað er við hjartanum, at øll eru rundanum felagið, sigur Elisabet Vang við Norðlýsið.
Fakliga bakgrundin
– Av tí at eg bert eri 22 ár, er mín fakliga bakgrund har eftir. Eg eri útbúgvin persónligur venjari og fitness instruktør. Hetta eru privatar útbúgvingar, sum ganga fyri seg í skeiðum, har eg fyrst bleiv útbúgvin fitness instruktør, og síðani eri farin víðari í leiðini til persónligan venjara. Sum fitness instruktør lærir man alt um styrkisvenjing, og kann man eftir hetta venja bólkar. Víðari av hesum er persónligur venjari, har hugt verður nærri at hvørjum einstaka viðvíkjandi styrkivenjing og frálæru hættir í hesum. Men sigast skal at tað hevði ikki verið nokk í sjálvum sær, tí eg havi lisið nógv afturat hesum í gjøgnum nøkur ár. Eg havi arbeitt í einum fitness sentri í fleiri ár, har eg eisini havi kundar. Venjing er sum heild eitt økið, sum eg brenni sera nógv fyri, og havi eg vant styrkisvenjing í 6-7 ár. Vegna stóra áhugan havi eg lisið nógv um venjing, bæði á alnótini og bókum. Fótbólt havi eg spælt síðani eg var heilt lítil, og spældi eg fram til í fjør, tá eg eisini fekk nógva spælitíð á landsliðnum, sigur hon.
Krevur nógv
Tá vit spyrja, hvussu nógv tíð fer til KÍ hjá einum kropsligum venjara, so sigur Elisabet, at tað fer við nógvari tíð.
– Eg brenni so nógv fyri venjing, so eg hugsi ikki so nógv um, hvussu nógva tíð eg brúki uppá tað. Tað er spennandi, og eg tími sera væl at arbeiða við tí. Eg eri við til allar venjingarnar og tað eru kanska eini 25-30 tímar um vikuna. Síðani er tað fyrireiking heima bæði til allan hópin og til teir leikararnar, sum stríðast við skaðar og snuddir.
– Vit hava vant sera nógv og sera hart. Afturat hesum hava vit eisini havt nógvar venjingardystir. Umstøðurnar til kropsliga venjing eru ordiliga góðar við hesi nýggju útbyggingini og hava vit alt tað, sum vit hava brúk fyri, sigur Elisabet.
Ein gerandisdagur
– Mín uppgáva er at taka mær av kropsliga partinum. So eg geri skrá fyri styrkisvenjing og ofta, so eri eg inni og havi venjingar við teimum leikarunum, ið hava snuddir og skaðar, meðan hinir eru úti. So tað fyrigongur seg nokkso nógv inni hjá mær. Um tað er okkurt at gera úti, onkrar renningar ella onkur bási, sum manglar í venjingini, so eri eg har. Síðani er tað strekking o.a. So tað skiftir eitt sindur, hvussu ein dagur sær út. Nú búgvi eg í Tórshavn, so eg fari vanliga úr Tórshavn kl. 15.30. Síðani gera vit alt klárt til venjingina og rigga av aftaná, so eg eri vanliga aftur í Tórshavn kl. 20.30, sigur hon.
Dystardagur
– Á dystardegnum møtir alt venjaratoymið inn saman. Mín uppgáva tá er serliga at fáa leikararnar heitar, tí partur av míni uppgávu er eisini skaðafyribyrging. Gjøgnum dystin er uppgávan eisini at hita leikararnar upp, sum sita á bonkinum. Eftir dystin er tað so at køla leikararnar niður, sigur kropsligi venjarin.
Skaðastøðan
Í KÍ-hópinum hava verið skaðar upp undir kappingina, men talan er ikki um álvarsamar skaðar.
– Tað sær gott út nú við skaðum. Vit høvdu nakrar skaðar, sum fylgdu leikarunum frá kappingarárinum í fjør. Tað gongur nógv framá við teimum skaðunum, so tað er bara spurningur um tíð, so eru teir klárir aftur. Tað sum annars hevur verið at síggja í ”pre-seasongini”, hava verið smáskaðar, sum eru rættiliga vanligir um hesa tíð, men eingin álvarsamur skaði. Tað sum vit gera nú er at fyribyrgja, at teir skaðarnir sum ofta koma í fótbólti, ikki koma. So tað eru venjingar fyri tí. Sum heild sær tað sera gott út, og eru leikararnir í góðum formi, sigur Elisabet Vang.
Hoyrdi eitt sindur fyri tað
– Nú havi eg verið í einum øðrum felagi (B36, blaðm.) og fyrstu tíðina hoyrdi man eitt sindur fyri tað, at eg var farin í venjaratoymið hjá KÍ. Men tað hevur alt verið við einum smíli, har einki negativt hevur ligið aftanfyri. KÍ er eitt tað fyrsta felagið sum setur ein kvinnuligan kropsligan venjara. Bara tað í sær sjálvum vísir at KÍ er eitt felag sum ynskir og torir at ganga á odda. So nei, stuðulin frá fólki rundan um meg hevur ikki ligið eftir, sjálvt um starvið ikki er í Tórshavn, sigur hon.
Málsetningarnir
– Málið hjá einum kropsligum venjara er at fáa leikararnar í sín lívsbesta form. Bæði í styrki og í mun til fótbólt. Ein stórur partur er eisini at halda leikararnar skaðafríðar. Vit hava ymiskar venjingar til teir ymisku skaðarnar.
– Vónirnar fyri kappingarárinum eru góðar. Tað er eingin loyna, at vit ætla at vinna, sigur Elisabet, sum er givin at spæla fótbólt sjálv.
– Eg eri givin at spæla, tí tíðin strekkir ikki. Vit venja og spæla ofta somu tíðir sum kvinnurnar, so tað ber ikki til, hóast eg hevði tímað væl at spælt, sigur Elisabet Vang at enda við Norðlýsið.


