Á Stangavegi 53, ella í Skálagarði, vitjaði Elsebeth Mercedis Gunnleigsdóttur, løgtingslimur í vikuni.
Norðlýsið var við á vitjanini. Orsøkin til at Elsebeth var á hesi vitjan komst av, at hon hevði sett hetta heimið fyri borgarar við seinheilaskaða í gongd í meðan hon var landsstýriskvinna í almannamálum.
Í røðu í august í 2021, tá gongd varð sett á at umbyggja Skálagarð til íbúðir, segði hon seg vera sera spenta uppá verkætlanina og at hon fór at koma á vitjan við jøvnum millumbilum. Síðani segði hon millum annað:
Tá eg bleiv landsstýriskvinna álmannamálum, setti eg mær fyri, at nú mátti eitt heim/bústovnur koma til fólk við seinheilaskaða, tí tørvurin er so ovurhonds stórur. Almannaverkið og Almannamálaráðið hava saman funnið loysnir til frama fyri okkara borgarar í hesum máli. Tá henda løta upprann, at vit høvdu møguleika at leiga hendan bygningin, var tað ongin ivi í mínari sál, at fara eftir og taka av hesum stóra møguleikanum.
Við hesum leigumáli hava slóðbrótandi møguleikar latið seg upp. Lunnar eru nú lagdir undir hesum nýggja depli til fólk við seinheilaskaða.
Nýggi depilin fer at rúma 15 íbúðum. Og talan verður eisini um fleiri búmøguleikar.
Her fara borgarar at fáa fastan bústað. Her kunnu tey koma at búgva í eitt longri tíðarskeið og her fara tey eisini at kunna koma til umlætting í eitt styttri tíðarskeið.
Staðsetingin her í Klaksvík er samstundis uppløgd, stutt er til Klaksvíkar Sjúkrahús, sum tekur sær av rehabilitering av fólki við seinheilaskaða innan sjúkrahúsverkið og skapar hetta góðar møguleikar fyri fruktagóðum samstarvi.
Nógvir føroyingar hava verið til endurvenjing í Danmark (ella í útlondum). Heilafelagið, saman við MEGD, hava aftur og aftur víst til tørvin á at seinheilaskadd fáa í boði eina heildarloysn fyri rehabilitering í Føroyum, og tað fara vit at fáa við hesi loysnini.
—-
Leigumálið er gjørt við P/F Christian í Grótinum, sum hevur gjørt sáttmála við P/F Kanjon. Tá Norðýsið í vikuni vitjaði nýggja stovnin, sum eftir ætlan skal standa liðugur fyrst í komandi ári, spurdu vit okkum fyri hvussu arbeiðið gekk. Eskild Norðbúð, arbeiðsformaður hjá Kanjon segði, at umbyggingin av Skálagarði hevur gingið væl higartil og kemur onki nýtt inn í myndina, so blíva vit lidnir eftir tíðarætlanini, sum er einaferð fyrst í komandi ári.
Sum sæst á myndunum, so fara búfólkini at hava frítt útsýni av Skálagarði.
















