Mikkjal Hvannastein og Karl Martin Samuelsen vitjaðu í EM studio ígjár
Karl Martin Samuelsen og Mikkjal Hvannastein vitjaðu í EM-studio hetta kvøldið. Umframt at tosa um EM kappininga, so varð dentur lagdur á tónleik og hvussu ein smíðar eitt gott ítróttarlag ella fótbóltslag.
Norðlýsið og Radio.fo samstarva um EM studio. Kristian Joensen er vertur.
Til ber at hoyra sendinina á radio.fo, nordlysid.fo og á FM 107,1
JFK, Christian í Grótinum, Føroya Bjór og Klaksvíkar kommuna stuðla sendingini.




