Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Emmaus 100 ár í dag

Jóhann Lützen

Í dag leygardag tann 12. desember 2020 eru tað júst 100 ár síðan, at gamla Emmaus var vígt og tikið í nýtslu.

Tað var beint eftir Ólavsøku í 1919, at Alfred Petersen og onnur byrjaðu at hava møti í dansistovuni í Klaksvík og gott ár eftir stóð missiónshúsið Emmaus liðugt. Síðan tá hevur Emmaus verið karmur um tiltøk av nógvum ymiskum slag.

Høvuðstiltakið hevur verið møtið sunnukvøld, men umframt hetta hava m.a. verið ungdómsmøti, sunnudagsskúli, bíbliutímar, bindiskúli og barna- og juniorarbeiði.

Við tíðini gjørdust karmarnir í gamla húsinum og smáir og ótíðarhóskandi og í 2005 var farið inn í nýggja Emmaus, sum stendur á sama øki sum gamla húsið. Endamálið við arbeiðinum í Emmaus var og er at boða gleðiboðskapin um Jesus Kristus.