Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Endurnýtslan stongd fram til 1. juli

klaksvik.fo

Eftir áheitan frá IRF, sum komandi dagar bert fer at taka burturkast frá vinnuni, er Endurnýtslan hjá Klaksvíkar Kommunu stongd frá leygardegnum 22 Juni til mánadagin 01. Juli.

 

IRF boðar frá, at IRF heintar ikki burturkast frá endurvinningarplássum kring landið. Orsøkin er, at sera nógv burturkast  hópaði seg upp tær fýra vikurnar verkfallið vardi. Síðan verkfallið endaði, hevur IRF sett eyka orku inn og hevur raðfest at heinta burturkastið frá húsarhaldum og stovnum, og nú koyrir alt sum vanligt aftur á hesum økjum.

Nógv burturkast er komið inn á endurvinningarplássini kring landið, og hesi eru eisini tømd eina til tvær ferðir seinastu vikuna. Tilvitað hava vit ikki tikið móti burturkasti frá vinnukundum, sum nú hava bíðað í 5 til 6 vikur, og tí er neyðugt at raðfesta hetta nú.

IRF sigur, at í løtuni koyrir brennistøðin við fullari ferð alt samdøgrið, men tað ber snøgt sagt ikki til at brenna burturkast frá fýra vikum upp á eina viku. Tí má okkurt bíða eitt sindur og javnast út yvir tær komandi vikurnar.