Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Endurstovna Klaksvíkar Froskmannafelag

Oliver Joensen

Felagið var av fyrstan tíð stovna í 1958, og hevur ligið stilt tey seinastu árini.

30 Mai 2022 er felagið blivið endurstovna av fleiri áhugaðum fólki, ung sum eldri.

Nevndin sum bleiv vald er:

David Christiansen, formaður

Hans Jacob Østerø, nevndarlimur

Jón Ryan Petersen, nevndarlimur

Signa Østerø, kassameistari

Steinmund Klakstein, skrivari

Hetta er eitt sera spennandi átak at fara í holt við, og vit eru spent at byrja við einum tiltakið, har vit kava niður á Reynsmúlað 10. Juli kl. 14.

Vit hava nógv gott fólk aftrat okkum, sum hjálpa okkum við uppstarti. Leiðslan frá FaroeDive hevur verið sera hjálpsom og lagt okkum lag á.

Endamálið við felagnum er, at kveikja lív í frítíðarkaving í norðoyggjum.

Vit síggjast á kaiini úti á Norðoyri sunnudagin, 10 juli kl 14.00

Vinarliga Nevndin