Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Enn eitt reisigildi í miðbýnum

Jóhann Lützen

Íbúðarbygningurin við Sandin í Klaksvík verður reistur í dag kl. 15

 

Tað eru bert fáir dagar síðan, at reisigildi varð fyri nýggja stásiliga hotellinum í Klaksvík. Og í dag kl. 15 er aftur stórur dagur í miðbýnum, tí tá verður reisigildi fyri íbúðar- og vinnubygningum við Sandin 5-6. 

SNA hava í samstarvi við Kanjon ment verkætlanina, sum er partur av miðbýðarætlanini í Klaksvík.
Byggingin fevnir um 31 íbúðir leiguíbúðir. Í veghæddini eru vinnuhølir.

SNA hevur teknað, Kanjon stendur fyri byggingini og LÍV Fastogn eigur bygningin sum er 3.000 m² til støddar.