Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Enn eitt tepurt tapt móti sterkari mótstøðu

Jákup Ósá

Stóra úrslitið kom ikki í hesi undankappingini, hóast avrikini í flestu førum fóru góð.

Í fyrra hálvleiki kom eitt mál uppá eina sera nógv umtalaða støðu, har VAR kallaði dómaran út at hyggja eftir eini støðu og so kundi Ísrael skora uppá brotssparkið. Annars vóru nærum eingir málmøguleikar í fyrra hálvleiki.

Í seinna hálvleiki kom lív í dystin. Ísrael økti til 2-0, men so komu Føroyar afturíaftur við málum frá Sølva Vatnhamar og Klæmint A. Olsen. Men síðsta orðið fekk Ísrael, sum skoraði til 3-2 í 75. minutti. Sostatt bleiv talan um somu søgu sum fleiri ferðir fyrr í hesi undankappingini. Gott avrik og nær við, men einki stig móti teimum fýra liðunum, sum á pappírinum vóru munandi sterkari enn Føroyar.

Tríggir KÍ-leikarar spældu hendan dystin. Odmar Færø og Jákup B. Andreasen byrjaðu inni, meðan Jóannes Bjartalíð kom inn.