Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Enn er eingin kavi í Trongisvági

Jákup Ósá

Sagt verður frá kava og frosti 2. páskadag norðanfyri og tað kann ávirka dystarskránna í Betri Deildini hjá monnum.

Karl Jakob Ósá Eliasen hevur tikið myndina við Stórá í Trongisvági seinnapartin í dag. Sum sæst, so eru líkindini góð og eingin kava darvar enn í Trongisvági. Norðanfyri hevur verið kavi í dag og á vøllinum við Djúpumýru fekk KÍ fyrr í dag bara vant á lítlum øki vegna kava.

 

Norðanfyri verður sagt frá kava og frosti 2. páskadag, meðan tað sær betri út sunnanfyri, har KÍ skal spæla. Tí bendur mest á, at tað verður spælandi í Trongisvági í morgin, meðan tað kanska er meira ivasamt við onkrum av dystunum norðanfyri.