Tað vil siga, á rutuni, sum vit koyrdu ein túr á í dag. Egog konan fóru í dag, eins og um somu tíð í fjør, ein biltúr av Oyri her hjá okkum, út á Skálafjørðin, inn á Skálabotn, á Skála og til Selatrað, við tí fyri eygað at hyggja eftir tjøldrum. Sjálvt um vit onki sóu líka til vit komu til økið ímillum Raunsgil og Tungáir, beint áðrenn vit komu til Morkranes, sóu vit ein tjaldursflokk, sum hevði sett seg har, bæði omanfyri vegin og niðanfyri. Ikki fingu vit neyvt tal á teimum, men so nær vit kundu telja mettu vit flokkin at hava verið eini 30 tjøldur. Síðani sóu vit nøkur fá av Morkranesi til Selatraðar, helst eini 6-8. Hetta var berst ein eygleiðing frá einum biltúri. Vit hava gjørt sama túrin í fleiri ár. Sigast skal, at í dag sóu vit fleiri tjørlur enn vit sóu á sama túrinum sum í fjør. So kanska, hvør veit, vitja fleiri aftur til okkara í ár, tí enn er tíð hjá fleiri at koma, sjálvt um Grækarismessa var í gjár.


























