Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Eplafestivalurin er av fyri hesa ferð

Oliver Joensen

Vit gjørdu eina roynd á Norðlýsinum, at skipa ein busstúr til Sandoyar í samband við festivalin, men undirtøkan var ikki nóg stór. Orsøkin var kanska at vit í fyrsta lagi vóru ov seinir at lýsa við túrinum. Harafturat gjørdu kanska eisini veðurforsagnirnar sítt.

Tó, tað royndist sera væl við veðrinum her í Trøðum á Sandi, so vit fingu ein sera hugnaligan og gevandi dag. Ikki minst fingu vit gjørt nakað fyri at vit føroyingar royna at síggja møgueikarnar í at vit dyrka sum mest av okkara egna grønmeti.

Dálking av náttúruni er ein heimsumfatandi trupulleiki í dag, tí mæla altjóða felagsskapir til, at vit hugsa um at brúka tilfeingi í nærumhvørvinum og so vítt gjørligt ikki brúka matvørur, ið hava langan flutningsveg til okkara. Brúka fyrst tað tú hevur við hondina, epli og grønt okkara egna seyðakjøt, grind og springarar. Men sjálvandi skal alt vera burðardygt, sum vit fáast við, men vit hava sjálvandi rætt til at taka burðardygt burturav tilfeinginum, eisini fuglinum.

Ná, men eftir at hava fylgt við á Eplafestivalinum, gingu vit bæði, eg og Elsa ein túr omaná Lánna her á Sandi. Niðanfyri nakrar myndir frá bergtakandi briminum í morgun, og av húsunum í Stavinum, har vit fingu innivist hjá Jórun og Kristian Andreasen: