Á Viðareiði var stórur dentur lagdur á at vit muga gera okkurt, tí samhandilin við Russland hækkar. Hetta var ført fram sum nakað, sum er góð og haldføst argumentatión fyri, at vit eiga at seta tiltøk í verk, sum minkar um okkara samstarv við Russland.
Hvussu gott er hetta argumenti?
Sambart grein hjá ECIPE (European Center for International Political Economy), so er samlaði innflutningurin og útflutningurin hjá ES-londunum lækkaður umleið ein 1/3 í mun til tað sum hann var áðrenn tiltøkini móti Ruslandi vóru sett í verk.
Men,
Støðan er ikki líka fyri øll ES-llond.
Hjá 7 londum er innflutningurin hækkaður. Tey londini eru: Eysturríkið, Bulgaria, Grikkaland, Kroatia, Ungarn, Luxenburg og Slovenia.
Hjá 8 londum er útflutningurin hækkaður. Tey londini eru: Bulgaria, Estland, Letland, Litava, Grikkaland, Kroatia, Írland og Slovenia.
Niðurstøðan má vera at argumenti sum bleiv brúkt stendur veikt, og sjálvandi gerst argumentatiónin uppaftur veikari av at tølini, sum Aksel, Høgni og Ruth løgdu fram, eru skeiv.
Greinin byggir á tøl frá ECIPE:
https://ecipe.org/blog/eu-russia-trade-since-the-war/
Árni Skaale
Løgtingsmaður




