Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Er hetta nýggi álopsleikarin hjá KÍ?

Jákup Ósá

Tað ljóðar, at KÍ nærkast at kunngera nýggjan álopsleikara.

Tað er eingin loyna, at KÍ hevur leitað eftir álopsleikara líka síðani tað gjørdist greitt, at Bob Sumareh ikki helt fram. Sum skilst hevur tað verið ‘’nær við’’ nakrar ferðir uttan at koma á mál. Men nú ljóðar, at KÍ nærkast at kunngera nýggjan álopaleikara.

Norðlýsið skilir, at talan kann verða um ein 27 ára gamlan álopsleikara úr Lettlandi, sum hevur nógvar royndir á høgum stigi. Talan er um Valerijs Sabala, sum m.a. er skrásettur fyri 53 landsdystir og 12 mál fyri Lettland. Seinasti landsdysturin var í 2020. Hann er 1,80 metur høgur. Hann hevur verið víða um. Hann gjørdi um seg í Skonto árini 2012-2014 var hann millum leikararnar í bestu deildini í Lettlandi, sum skoraðu flest mál. Síðani fekk hann sáttmála í belgiska stórfelagnum Club Brugge, men har spældi hann ongan dyst, men bleiv útleigaður til fleiri feløg. Árini 2017-2019 skoraði hann nógv mál í næstbestu deildini í Pólandi, har hann gjørdist toppskjútti í 2018/19. Síðstu árini hevur hann spælt í bestu deildini í Litava, Rumenia og Lettlandi umframt í næstbestu deildini í Pólandi. Í løtuni er hann uttan sáttmála sambært Transfermarkt.

 

Um talan er um hendan álopsleikaran vilja komandi dagarnir helst vísa.