Hví eru fólk so upptikin av júst hvør tað er, sum fiskar og serliga hvør eftir teirra meting hevur fiskað nóg mikið? Hví eru vit so upptikin av hvør hevur víst seg at verða bestur at fiska og tjent ov nógvar pengar?
Hvat halda “føroysku” facebook kjakararnir um, at Høgni Hoydal og Gestur Hovgaard í løtuni sita og kjakast um hvørjir navngivnir persónar skullu fáa ókeypis rættindi, at vinna sær sjálvum milliónir av krónum, uttan at rinda eina krónu til landskassan?
Hvat er vorið javnari og rættvísari við uppboðssøluni? Hevur uppboðsølan higartil ikki einans tikið meira pengar frá vinnuni? Hvat er javnari ella rættvísari í hesum? Er uppboðsølan ikki bara enn eitt skatta politiskt amboð? Hvat er hon annað enn ein eykaskattur til vinnuna?
Hvar eru gyltu lyftini í hálovaða fiskivinnupolitikkinum hjá sitandi samgongu? Og hvat er vorið av krittiska sjornalistikkinum og eftirlitinum við makthavarunum, sum hava fyrigygla fólkinum nakað, sum nú vísir seg ikki at halda?
Hví er tað so neyðugt, at undirhalda fjøldina við at gera vinnulívsfólk til skurkar tá tey berjast fyri sínum egna virksemið?
Hvussu ber tað til at ein polittikari og polittisk rørsla uttan nakran krittiskan spurning, framvegis sleppur at prædika boðskapin, at øll fáa meir og eingin skal missa?
Eg spyrji – men tíanverri veit eg at eg fái einki brúkiligt svar. Tað verða bara flosklar og gleps frá fólki, sum halda seg stríðast fyri einum hægri endamálið – einari forloystari Føroyskari republikk.
Fólk sum hava aðrar dreymar eru vandamikil og passa ikki inn í politiska orðaskifti.
Tey sum hava havt áræði til at ganga egnar leiðir og tikið við ábyrgd frá ungum árum, eru í dag inprentaði í fólkahugsanina, sum bandittar og vandamikil fjørutrøll. Er hetta ikki eitt beinleiðis úrslit av at vit í Føroyum hava eina pressu, sum verður stýrd av einum stórum bindiklubba?
Tað er ikki reiðarin sum hevur ábyrgd av fiskivinnupolitiska ruðileikanum í løtuni. Tað eru teir politikarar sum higartil einans hava verið samdir um at halda fast um valdið, ella rættari sagt – aðrar frá valdinum.
Við áhaldandi at flyta fokus frá valdandi politiska myndugleikanum, sum situr við ábyrgd, ber ikki til at hava eitt veruligt fiskivinnupolitiskt kjak í Føroyum.
Her er annars ríkiligt hjá pressuni at spurt um:
Hvar eru teir nýggju aktørarnir, sum samtykta uppboðsølan skuldi fáa inn í vinnuna? Tey sum “teir (smá)borgarligu flokkarnir” høvdu hildið burtur frá fatinum og sum fóru at standa í kø til føroysku tilfeingisbúðina?
Eru tað hesi, sum nú koma inn í vinnuna við beinleiðis almennum studningi í hødd og reyv frá Høgna og Gesti, sum Tjóðveldi, Framsókn og Javnaðurin hava bíða eftir?
Var hetta tað veljarin fekk lovað tá tit skuldu gera upp við borgarliga smámanna lindi?
Hví er tað so neyðugt at harta vinnulívsfólk, sum hava áræði og dirvi til at standa alment fram og finnast at førda politikkinum?
Hví ikki spyrja tey, sum lovaðu fólkinum gylt,
men hava oy sínum egnu orðum fylgt?
Eg spyrji nu bara….. Er hetta føroyskur frælslintur vinnulívspolitikkur anno 2018?




