Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Er Korona og Mars?

Tekstur og myndir: Dávur Winther/David Arge Klevang Petersen

Tað er enn ikki vist, at Korona er á Mars, men tað er staðfest, at David Arge Klevang Petersen, sum skuldi halda fyrilestur um ferðina á Mars, hevur fingið Korona, og er tí tiltakið í Torraskránni, “Hvussu gongur á Mars”? avlýst.

Hetta tiltakið skuldi verða í morgin, leygardagin 26. februar í gomlu Miðhøllini á Skúlatrøð, men er sum sagt avlýst.

Tó verður arbeitt við, at hetta tiltakið og onnur, sum eisini hava verið avlýst í Torravikuni vegna forfall, kunnu verða aftur um 3-4 vikur.

Talan er um “Stellurnar”, “Brúður í Roskilde Dómkirkju” og “Hvussu gongur á Mars”, sum vit venda aftur til.

Hesi tiltøk verður meir at frætta um, tá ið vit vita betur, hvussu leikur fer – um 3-4 vikur.