Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Er minkingin dokumenterað?

Trina Elttør Eysturoy, forkvinna

Opið bræv til Karl Johansen, borgarstjóra í Klaksvík

Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, segði við Kringvarpið í tíðindinum í dag, at Arcticka nú sleppur at bryggju aftur, tí hon skal hava minkað um larmin við einari helvt. Hvar er skjalprógvið upp á tað?

Tað skulu heilt serlig tól til fyri at máta larm, men sum landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum einaferð segði: “Hvat nyttar at tosa um decibel, tá fólk ikki fáa sovið?”

Heimafriður hevur hesar spurningar til borgarstjóran í Klaksvík:

1.     Hevur Klaksvíkar kommuna gjørt ljóðmátingar av óljóði frá Arcticu?

2.     Kann kommunan leggja tølini fram?

3.     Tekur borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu ikki borgarar sínar fyri fult?

4.     Hvussu ætlar Klaksvíkar kommuna at tryggja, at fólk fáa frið fyri larmi frá skipum og vinnuni?