Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Erling avloysir Elsebeth í býráðnum

Jákup Ósá

Ein broyting er farin fram hjá Fólkaflokkinum í Klaksvíkar Býráð.

Ein broyting er farin fram hjá Fólkaflokkinum í Klaksvíkar Býráð. 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fór í farloyvið 14. september og fyri hana er Erling Petersen komin. Fólkaflokkurin hevur fimm býráðslimir, har Erling var tann fyrsti eyka valdi. 

Elsebeth sigur í stuttari viðmerking við Norðlýsið, at hon hevur ikki tikið endaliga støðu til, hvussu leingi hon verður í farloyvið frá býráðnum. Men tað verður í eina rúma tíð, og avloysarin Erling Petersen yvirtekur allar hennara nevndarsessir í hesum tíðarskeiðnum. Um orsøkina fyri at fara í farloyvið sigur Elsebeth, sum bleiv vald inn í løgtingið 1. september, at tingarbeiðið til tíðir tekur nógva tíð og fellir ofta saman við býráðsarbeiðnum.