Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ert tú við uppá eitt torg í Klaksvík?

Visit North

Vit fyrireika nemliga eitt torg til fríggjadagin 9. mai. Tá kemur eitt ferðamannaskip til Klaksvíkar, ætlanin er at selja teimum alt møguligt lokalt.

 

Rabarbusaft, føroyskan ost, heimabundnar troyggjur og húgvur, urtasalt… Ja, hugsa tinganest. Ein lítlan smakk av Klaksvík og hinum bygdunum. Eitt fitt ferðaminni.

Hevur tú okkurt tílíkt at selja, sig okkum so frá áðrenn týsdagin í komandi viku.

Sjálvandi verður veðrið av tí besta, so torgið verður har sum skoytubreytin plagar at vera. Um tað av onkari óskiljandi orsøk regnar, ja, so hava vit eina plan b.

Vit hoyrast