Skip eru, sum ikki sleppa til fiskiskap, tí tey fáa ikki manning. Samstundis eru 422 fólk arbeiðsleys. Hetta er sonevnt strukturarbeiðsloysi, har fólk eru tøk, men ikki liva upp til kvalifikatiónirnar fyri at sleppa til arbeiðis.
Mong skip søkja í hesum døgum eftir manning. Men tað hoyrist frá teimum, at tað gongur serstakliga striltið við at fáa fólk. Samstundis frættist frá Arbeiðsloysisskipanini, at omanfyri fýra hundrað fólk standa uttan arbeiði.
Ein orsøk kann sjálvandi vera krøvini fyri at kunna mynstra. Ein skal hava heilsugóðkenning frá lækna, t.e. sokallaðu “Bláu bók”, eins og eitt trygdarskeið. Bæði kosta tíð og pening.
Fyri nøkrum árum síðani tók trygdarskeiðið 3 dagar, nú tekur tað eina viku. Hetta ger sjálvandi, at til ber ikki at fáa skipsboð og so leypa avstað í somu viku, um ein ikki hevur hetta skeiðið. Somuleiðis kostar tað pening at fáa bæði hetta skeiðið og at fáa Bláu Bók.
Vit kunnu bara staðfesta, at tíðin, har tað bar til at fara til skips dagin eftir konfirmatiónina, væl og virðiliga er farin.
Móttakarar av arbeiðsloysisstuðuli 04.05.2018: 422
Arbeiðsleys, kvinnur: 217
Arbeiðsleys, menn: 205
Arbeiðsloysi økisbýtt:
Norðoyggjar: 32
Eysturoy: 78
Norðurstreymoy: 24
Vágar: 17
Suðurstreymoy: 156
Sandoy: 5
Suðuroy: 108
Kelda. www.als.fo




