Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

ES-innflutningur av russiskum flótandi náttúrugassi øktur 40% síðani innrásina í Ukraina

Jóhann Lützen

Meðan gass í nógv minni mun ferðast gjøgnum rørleiðingar frá Russlandi, er flutningurin av flótandi natúrgassi øktur sera nógv, ikki minst úr Russlandi, og ikki minst til ES-lond.

Innflutningurin hjá ES av flótandi natúrgassi (LNG á enskum, liquified natural gas) er vaksin við 40% síðani innrásina í Ukraina. Tað skal sigast, at roynt hevur verið at minka um tað, men tað er ikki eydnast. Limalondini í ES hava keypt meira enn helvtina av russiska natúrgassinum í flótandi formi fyrstu 7 mánaðirnar av 2023 sambært Kpler, ið hevur eftirlit við sjóflutningi, herundir tangaskipum.

Spania og Belgia eru størstu sokallaðu “hubbarnir” ella “gateways” fyri natúrgassið í ES, og tey eru ávikavist næststørsti og triðstørsti avtakarin av russiskum flótandi náttúrugassi. Bert Kina er frammanfyri tey bæði. Hetta letur seg gera, tí ES hevur ongar sanktiónir sett í verk ímóti flutningi av flótandi natúrgassi, heldur ikki úr Russlandi. Hetta náttúrugassið verður brúkt í staðin fyri gassið gjøgnum leiðingarnar, sum ES-londini hava roynt at minkað um.

Tilsamans keyptu ES-lond 22 milliónir m³ mánaðirnar januar til juli í ár í mun til 15 milliónir m³ somu mánaðirnar í 2021.

Hesin trendurin verður váttaður av danska Shippingwatch.dk, ið skrivar, at innflutningurin av flótandi natúrgassi til ES-lond úr Russlandi setir met í ár.

 

Keldur:

The Guardian og Shippingwatch.dk.