Hóast kríggið í Ukraina og ES-sanktiónir, er tað bara útflutningurin úr ES til Russlands, ið er minkaður munandi, umleið ein triðing. Innflutningurin úr Russlandi er vaksin nærum eins nógv teir fyrstu ellivu mánaðirnar í fjør.
Í ellivu-mánaða tíðarskeiðinum frá januar til november 2022 vaks handilsumsetningurin millum Russland (ella russisku føderatiónina, sum tað eisini nevnist) við 8,7% og kom harvið upp á 246,5 milliardir evrur.
Útflutningurin úr ES og til Russlands minkaði munandi, við heili 36,7%, og var 51,6 milliardir evrur januar til november í fjør. Men innflutningurin úr Russlandi vaks nærum eins nógv, nevniliga 34,1% og kom heilt upp á 194,9 milliardir evrur teir fyrstu ellivu mánaðirnar av 2022.
Í hesum sama tíðarskeiði var Russland nummar 9 á listanum yvir lond, ið innflyta frá EU. Men tá tað kemur til at útflyta til ES, var Russland nummar 4. Einans Kina, USA og Stórabretland útfluttu meira til ES mánaðirnar frá januar til november í fjør.
Kelda: https://seanews.ru/en/2023/01/20/en-russia-eu-trade-turnover-in-january-november-2022/



