Fríggjadagin 27. januar, verður stjóraskifti hjá Esmar Simonsen á Kambsdali.
Martin Simonsen sum alt sítt tilkomna lív hevur rikið hesa familjufyritøku, leggur nú frá sær og í hansara sess kemur Petur Jacob Langgaard, Klaksvík. Petur Jacob er 41 ára gamal, er giftur og eigur tvey børn. Hann hevur starvast sum sølumaður á J.F.Kjølbro Heilsøluni í nógv ár, har hann 5 tey seinastu árini hevur verið sølustjóri. Í samband við stjóraskifti verður móttøka á Kambsdali fríggjadagin 27. januar millum kl. 15 og 17.




