Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Esmar Sørensen av Viðareiði átti vakrasta veðragjólingin í Føroyum í 2018

Jákup Ósá

Vakrasti veðragjólingurin í Føroyum í 2018 gongur á Viðareiði.

Esmar Sørensen eigur hann og hoyrir seyðurin til hagapartin Líðina. Myndirnar eru av vinnandi seyðunum og eigur Búnaðarstovan hesar.
 

Búnaðarstovan skrivar soleiðis: 

Fríggjadagin 16. novembur 2018 vóru úrslitini av árligu landsseyðasýningini kunngjørd á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Har vóru virðislønir latnar til vakrastu veðragjólingarnar, veturgomlu veðrarnar og eldru veðrarnar.

Á hvørjum heysti eru seyðasýningar úti um landið, har sýnarar døma seyðin og velja teir vakrastu seyðirnar, sum síðani verða sýnaðir av útvaldum sýnsmonnum frá Búnaðarstovuni. Teir ferðast um landið og sýna hesar seyðir. Somuleiðis taka teir myndir og videofilm av seyðunum.  At enda verður so avgjørt, hvørjir seyðir eru ávikavist nr. 1, 2 og 3 í hvørjum av bólkunum: Veðragjólingar, veturgamlir veðrar og eldri veðrar.

Avgerðin
Úrslitini fyri 2018 blivu almannakunngjørd fríggjadagin 16. november 2018 á einum tiltaki á Búnaðarstovuni, har gott 100 áhugaði vóru komin saman. Tiltakið byrjaði við, at Tróndur Leivsson, stjóri bjóðaði vælkomin og helt vælkomurøðu, og síðan var sum vant felagssangur.

Ari Johanneson vísti video av luttakandi seyðunum, og Debes Christiansen frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hevði framløgu um ridluskriða verkætlan, sum Starvsstovan arbeiðir við. Síðan var kaffisteðgur.

Eftir kaffisteðgin vóru video av 8 teimum fremstu brundseyðunum í hvørjum bólki víst. Síðan hevði MBM kunnandi framløgu um fóður. Eftir hetta vóru vinnandi seyðirnir avdúkaðir, og Henrik Old handaði vinnarunum steyp. Endað var sum vant við tjóðsanginum.

Veðragjólingar:

1. Virðisløn: Esmar Sørensen, Viðareiði, Líðin
2. Virðisløn: Absalon Hansen, Tórshavn, Toftahagi
3. Virðisløn: Johnny Joensen, Vestmanna, Heyga Hagi, Innara helvt

Veturgamlir veðrar:

1. Virðisløn: John Bech, Porkeri, Handari Partur
2. Virðisløn: Búnaðarstovan, Kollafjørður, Heygshagi
3. Virðisløn: Martin Hermansen, Porkeri, Handari Partur

Eldri veðrar:

1. Virðisløn: Jákup J. Joensen, Sumba, Dalurin
2. Virðisløn: Poul Arni Jacobsen, Syðrugøta, Fyri Handan Eið Heiðar
3. Virðisløn: Búnaðarstovan, Kollafjørður, Heygshagi

 

Niðanfyri er videoupptøka av vinnandi veðragjólinginum av Viðareiði.