Klaksvíkar fimleikarfelag eru farin í nýggj hølir á Roykivirkinum, har tey kunnu vera fyri seg sjálvi. Hetta er heilt sikkurt ein fyrimnur, sigur 28 ára gamla forkvinnan Sólrun Larsen við Norðlýsið.
Inni í gamla Roykivirkinum, sum Christian í Grótinum samtakið eigur í dag, er nógvur aktivitetur. Fleiri fyritøkur halda til á veghæddini og Norðoya Bátafelag heldur til á 1. hædd. Seinastu tíðina hava tey í bátafelagnum fingið grannar á 1. hædd í stóra bygninginum. Klaksvíkar fimleikarfelag er flutt inn og tey stórtrívast.
Vit vitjaðu í hølunum og fingu orðið á Sólrun Larsen, sum varð vald forkvinna í Klaksvíkar fimleikarfelag á seinasta aðalfundi. Sólrun er venjari í bæði amboðs- og rytmufimleiki og hon hevur sjálvt gjørt fimleik alt sítt lív.
Eg byrjað sjálvandi við sjálv, at gera fimleik og tá eg var gomul nokk bleiv eg eisini venjari, síðan tað hevur Klaksvíkar Fimleikafelag verið ein stórur partur av mær, tað var nokk bara ein spurningurin um tíð áðrenn eg endaði við tí rolluni, sum eg havi í dag, sigur Sólrun.
Okkara gentur eru byrjaðar at venja estetiskan fimleik 3-4 ferðir um vikuna. Vit eru sera væl nøgd við hølini, hetta er nakað heilt serligt tí hetta er okkara og tað er heilt sikkurt ein fyrimunur, sigur Sólrun.
Vit eru jú von við at skula deila hallir við onnur og missa ofta venjingar, tað kann lætt blíva frusterandi. Serliga nú tá vit eru byrja at gera kappingar fimleik eisini – høli er mest gjørt til tað, tí áðrenn vandu gentirnar onkrar dagar í fimleikahøllini, onkrar dagar í holdsalinum hjá íðka og onkrar dagar í Bylgjuni í Runavík., staðfestir Sólrun.
Nýggju hølini geva nýggjar menningarmøgleikar
Sum nú er venja okkara tvey estetisku lið í hølinum, beint nú gera tær seg klárar at fara til 1. steypakapping, sum verður í Havn 28. Januar, upplýsir Sólrun.
Vit vóna at vit komandi ár hava fleiri estetisk lið við, men vit ætla at okkara rytmisku fimleikarar eisini skulu sleppa at trena í roykivirkinum. Amboðsfimleikurin má enn forseta í fimleikahøllini, men vit vóna at vit eisini kunnu finna eina loysn uppá hetta, tí tað er ikki meira enn næst best at venja í fimleikahøllini – at drassa amboð aftur og fram eru vit við at blíva troytt av. Harafturat, er fimleikahøllin eisini so gomul eftir hondini at tað lekur hvønn vetur inn í amboðsrúmi og okkara amboð hava ikki gott av at blíva vát, slær forkvinnan fast.
Heppin at finna hølir
Okkara estetisku fimleikarar skuldu gera seg klárar til eina estetiska kapping og vit høvdu ongi hølir at venja í, orsakað av royndum í gomlu fimleikarhøllini. Vit prøvaðu at ringja til ymisk fólk um at lána hølir, men onki var at finna. So var tað, at ein av venjarunum kom í tankar um, at møguliga Roykivirkið kundi verið ein møguleiki. Vit fóru so at kanna hølini, har var ógvuliga fult við ymiskum tingum, men tað var ongin trupulleiki, við góðum fólki ber alt til, tað var ikki meir enn hálvt tala orð so var alt rudda, ein veggur brotin niður og eitt hol í gólvinum fylt soleiðis at høli bleiv eitt sindur størri – heilt fantastiskt!
Vit byrjaðu so at vaska, mála og løgdu gólvi, sum skuldi vera eitt serligt gólv, og aftaná eina viku var klárt hjá gentunum at sleppa at venja í nýggja fimleikasalinum. Seinni hava vit so fingið hongt spegl upp eisini, tað var prikkurin yvir i’ið, sigur ein vælnøgd forkvinna við Norðlýsið at enda.












