Prentsmiðjan Estra í Gøtu hevur keypt allan partapeningin í reklamuvirkinum Vasti, og samstundis hevur Gunvá við Keldu keypt seg inn í Estra.
Tíðindaskriv:
Til tykkara kunnleika:
Prentsmiðjan Estra í Gøtu hevur í dag keypt allan partapeningin í reklamuvirkinum Vasti í Klaksvík. Samstundis hevur eigarin í Vasti, Gunvá við Keldu, keypt seg inn í Estra.
Ætlanin við umskipanini er at styrkja báðar fyritøkurnar, nú kappingin gerst alsamt harðari. Estra og Vasti hava samstarvað væl seinastu árini, og hildið verður, at hetta stigið fer at gera fyritøkurnar førar fyri at geva kundunum eina meira dygga og fjølbroytta tænastu.
Gunvá við Keldu heldur fram sum stjóri í Sp/F Vasti, ið framhaldandi verður rikið sum eitt sjálvstøðugt virki.
Við avtaluni eru nú tríggir eins stórir eigarar í Estra. Teir eru Gunvá við Keldu, Sonja á Líðarenda og Kristoffur Laksá.
Gøta, tann 13. oktober 2005
Kristoffur Laksá
Stjóri
Vasti Sp/F
Gunvá við Keldu
Stjóri




