Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Evnaríka Anna Lovisa verður við á SF25

Jóhann Lützen

Unga songkvinnan Anna Lovisa verður við á Summar Festivalinum í ár.

 

 

 

Hon hevur seinnu árini lagt rødd til nakrar kendar sangir – eitt nú “Tað kundi verið eg” og “Av øllum tí góða sum Gud hevur gjørt” – og hon hevur havt fleiri framførslur. 

Anna Lovisa, sum er 20 ára gomul, spælir gittar og syngur. Hon skrivar sangir og fer at framføra onkran av teimum á Summar Festivalinum. Hon fer eisini at syngja onkur tøkuløg. 

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august. Atgongumerki kunnu keypast her:
https://sf.atgongumerki.fo/webshop/event/2778186/order/main