Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Evnisdagur fyri sjófólk

Tíðindaskriv

Hósdagin 5. mars verður evnisdagurin: “Jesus við umborð” í Leguhúsinum í Nesvík.

 

Í nøkur ár hevur Føroyska sjómansmissiónin skipað fyri hesum degnum, har ymisk áhugaverd evnir eru viðgjørd.

Høvuðsendamálið er at styrkja sjófólk í kristnari trúgv og tænastu.

Dagurin byrjar klokkan 09. við morgunmati og endar klokkan 16.

Ymiskt áhugavert verður á skránni.

  • Hanus á Gørðum, sjúkrahúsprestur, fer at tosa um: “Hvussu møta menniskjum?”
  • Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, fer at tosað um: “Nær er trúgvin nóg stór?”
  • Síðsti tímin kallast: “Sjómaður hevur orðið?” Tá fer Høgni við Rætt, at siga frá.

Á skránni verður eisini døgurði og drekka.

Øll sjófólk eru vælkomin!

Síðsta freist at tekna seg er týsdagin 3. mars á mission.fo/tilmelding