Um nakrar vikur verður møguligt at enduruppliva altjóða ævintýrið hjá KÍ í einum dokumentarfilmi, sum nú verður framleiddur.
Norðlýsið frættir, at Tummas Lervig, formaður í KÍ, hevur tikið stig til at fáa gjørt hendan dokumentarfilmin, har dugnaligu upptøkumenninir hjá Raclip sleppa heilt tætt at KÍ-leikarum og -venjarum, meðan teir ferðast við KÍ, frá tí tað er greitt, at liðið hevur spælt seg í bólkaspælið, til tann seinasta dystin í Lille móti LOSC.
Tað er KÍ sjálvt, sum í góðum samstarvi við Bláu Bylgjuna fíggjar filmin saman við vinnufyritøkum.
Sostatt kunnu viðhaldsfólkini hjá KÍ og øll áhugað gleða seg til at enduruppliva søguliga ævintýrið hjá fyrsta føroyska felagnum í einum bólkaspælið í UEFA Europa Conference League 2023.




