Ert tú nøkulunda stinn/ur í Excel og kundi tú hugsa tær at lært tær meira avanseraðu funkurnar? So kom við á skeiðið hósdagin og fríggjadagin, 6. – 7. oktobur 2022, og lær tær genialu funkurnar, sum gera tað enn stuttligari at arbeiða við Excel.
Excel er eitt fantastiskt forrit við nógvum ymiskum funkum. Tað kann nýtast til at greina nógvar ymiskar dátur, at gera listar og diagrammir. Ja, møguleikarnar eru nógvir. Øgiliga nógvir. Serliga um tú hevur lært at brúka funkurnar 😉
Her eru 3 yndis funkur, sum undirvíst verður í:
=LOPSLAG (VLOOKUP) ein frálíkur máti at leita í størri listum fyri at finnað eitt match uppá eitthvørt, tað kann til dømis vera at finna postnummar til ein bý ella umvent.
=HVIS (IF) funkan er góð til t.d. at deila fólk upp í aldurs bólkar 0-30 ár / 30-45 ár / 45+ ár
Datavalidering kann nýtast til at framheva puntar sum er innan nøkur ásett markvirðir, arbeiðir tú við sølu so kanst tú velja at markera allar puntar sum hava eina sølu undir t.d. 20% við reyðum
Undirvíst verður eisini í einari røð av øðrum funkum. Eitt nú diagrammum, keta saman við Word, upprætta makroir, upprætta og brúka skabelónir, sum longu eru í Excel, finansiellum funkum, scenarium, pivottabellum vm.
Hevur tú hug at læra at brúka yndisfunkurnar omanfyri – og aðrar funkur – so smekka til
Skeiðið er sera læruríkt og tað er hugnaligt og stuttligt at vera við til. Tú fært eisini høvið at tosa við onnur, sum eru á sama støðið sum tú og læra frá teimum.




