– Hetta hevði nógv at siga fyri okkara dreingir at vinna steypið, sum KÍ ikki hevur vunnið síðani 2004, sigur Eyðbjørn Jacobsen, venjari hjá U15 dreingjum hjá KÍ.
KÍ vann 3-1 móti B36 í U15 steypafinaluni hjá dreingjum. Eyðbjørn Jacobsen er venjari hjá KÍ.
– Tað var fjáltur á eina løtu í seinna hálvleiki, men annars var eg væl nøgdur, hóast vit kunnu spæla nógv betri enn vit vístu í dag. Tað var ein uppiborin sigur. Hetta hevur nógv at siga fyri KÍ, tí KÍ hevur ikki vunnið hetta steypið síðani 2004, sigur Eyðbjørn Jacobsen, sum væntar at síggja fleiri av hesum leikarunum á besta liðnum í framtíðini.


