Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eydnudeildin 5 ár

Jóhann Lützen

Skírishósdag í 2018 var fyrsta venjing hjá Eydnudeild í Føroyum.

 

Fyrrverandi danska hondbóltsstjørnan Rikke Nielsen, hevði verið í Føroyum í samband við steypafinalu vikuskiftið í feb 2018. Hon helt m.a. fyrilestur um Lykkeliga, sum hon var við at seta á stovn.

Rikke eigur 3 gentir, harav eina við down syndrom. Rikke ynskti at Magda skuldi hava somu møguleikar sum systrarnar at venja hondbólt.

Lykkeliga hevur verið ein kempi succes – fyrst í Danmark, men nú eisini í Føroyum.

Vit fingu føroyska navnið Eydnudeild.

Síðan 2018 hava vit vant regluliga einaferð um vikuna alt árið.

Nú eru heili 3 lið í Føroyum. Lundapisurnar venja í Kollafirði, Svanarnir í Vági og nýggjasta liði Músabróðir venur í Klaksvík.

Hvørja viku hava ca 40-50 børn og ung, sum ikki megna at spæla við vanligu ítróttarfeløgunum, møguleika at venja hondbólt og ikki minst at verða partur av einum positivum felagskapi sum tekur støði í teirra førleikum.

Tað skal verða stuttligt, børnini skulu hugna sær, børnini skulu hava kensluna av at tey megna nakað. Hjá meginpartin av hesum stjørnum er hetta hæddarpunktið í vikuni.

Vinabond eru skapt – bæði hjá stjørnunum og eisini systkjum.

Foreldur og systkin eru sjálvandi vælkomin til okkara venjingar.

Foreldur hava stóra gleði at netverka og hugna sær saman við øðrum foreldrum sum eru í somu støðu.

Systkin spæla við systkin, sum skilja støðuna at hava eitt serligt systkin. 

Hvørjaferð tað er skírishósdagur, feiðra vit føðingardag.

Í ár feiðra vit dagin í Klaksvík.

38 stjørnur frá Svanunum, Lundapisunum og Músabrøðrunum møtast á middegi í Klaksvík saman við systkjum og foreldrum og venjarum. Tilsamans verða vit 160 fólk.

Ja, stjørnur duga at feiðra føðingardagar.

Vit byrja við spæli og felags hondbóltsvenjing.

Eftir venjingina fáa børnini frugt, og so beint yvir í svimjihøllina, sum sjálvandi letur høllina upp, tá stjørnur hava føðingardag.

Tá vit hava hugna okkum í svimjihøllini, møtast vit til ein felags døgurða.

Eftir at hava sungið føðingardagssang eini 3-4 ferð, klemmast og givið high-five og sjálvandi tikið liðmynd, so takka vit fyri dagin og ynskja gleðiligar páskir.

 

Harleyfacadeacryl